Endurgjalds politikkur
Kann eg lata vøruna innaftur?
Hesar reglur eru galdandi fyri nethandilin:
Tú kanst lata vøruna innaftur innan 14 dagar. Um 14 dagar eru gingnir, síðan tú keypti vøruna, so kunnu vit ikki bjóða tær vøru í umbýti ella tilgóðarseðil. Kundin heftur sjálvur fyri kostnaðin av at senda vøru retur til umbýting og at fáa vøruna senda aftur sín.
Hesar reglar eru galdandi fyri okkara handil á Tvøroyri.:
Tú kanst lata vøruna innaftur innan 7 dagar. Um 7 dagar eru gingnir, síðan tú keypti vøruna, so kunnu vit ikki bjóða tær vøru í umbýti ella tilgóðarseðil.
Fyri at kunna lata vøruna innaftur, má vøran vera óuppbrotin og í sama standi, sum tá tú fekst hana. Vøran má eisini vera í uppruna innpakningi, har hetta er galdandi
Vørur, ið tú ikki kanst lata innaftur:
- Gávukort
- Útsølu og tilboðsvøru
Fyri at lata vøruna innaftur krevja vit eina kvittan ella prógv uppá keyp.
Endurgjald
Tá vit hava móttikið og kanna tína vøru, senda vit tær eitt teldubræv við kvittan fyri móttøku og boða eisini frá, um endurgjald verður játtað ella noktað.
Um endurgjald verður játtað, verður peningurin innan 14 arbeiðsdagar fluttir aftur á títt gjaldskort ella á annan hátt, ið tú hevur goldið fyri vøruna ið er keypt á okkara nethandli.
Peningur verður ikki veittur sum endurgjald fyri vøru ið er keyptur í handli okkara á Tvøroyri. Einans tilgóðarseðil verður veittur.
Seint ella manglandi endurgjald
Um tú ikki hevur fingið endurgjald fyri innlatna vøru, biðja vit teg vinaliga um at kanna tína bankakontu enn einaferð. Síðan skalt tú seta teg í samband við tín peningastovn, av tí, at tað kann taka nakað av tíð, áðrenn peningurin kemur aftur á tína kontu.
Um tú hevur gjørt alt hetta, so vinaliga set teg í samband við okkum á toystovan.tvoroyri@gmail.com.
Útsøluvøra
Einans vøra, ið er keypt fyri fullan prís, verður endurgoldin. Útsøluvøra verður ikki endurgoldin
Reklamatión
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at ringja, ella senda ein teldupost á toystovan.tvoroyri@gmail.com og boða frá.
Tú kann eisini koma í handil okkara við vøruni.
Vit endurgjalda sjálvandi postgjaldið, um okkurt er galið við vøruni.
Gávur
Um vøran varð send tær sum gáva, so fært tú eitt gávukort áljóðandi virðið á innlatnu vøruni, so skjótt vit hava móttikið givnu vøruna.
Vøruflutningur
Ynskir tú at lata tína vøru innaftur, skalt tú senda hana til: Toystovan, Sjógøta 1, 800 Tvøroyri. Tú avheldur allan flutningskostnað fyri at lata vøruna innaftur. Postgjald verður ikki endurgoldið. Um tú fært eina vøru endurgoldnað, verður postgjaldið frádrigið.
Avgreiðslutíð til umbýti kann broytast alt eftir hvar tú býrt.
Fyrivarni
Fyrivarni skal takast fyri prís og lagurvillum.